Listafelagið var sett á stovn undir krígnum, meðan teir enn búleikaðust í Keypmannahavn. Seinni kom tann siðbundna Ólavsøkuframsýningin, eins og Janus Kamban saman við Ingálvi av Reyni og Jack Kampmann settu á stovn fyrsta føroyska listaskúlan.
Janus Kamban hevur sum listamaður givið sítt íkast í fleiri týdningarmiklum skreytbúgvingararbeiðum. Grafisku verk hansara hava eitt tíðarleyst einfeldi, sum enn í dag eru fyrimyndarlig. Stramma skapið á høggmyndini lyftir gerandismyndevnið upp í ein annan heim. Við kærleika og við eyga fyri vakurleikan í gerandisdegnum og fólkum í dagliga yrki teirra hevjar hann hesi evni til stóra list.
Sum listafólk hevur Janus Kamban útint almikið. Eisini sum menniskja, tí hann ikki einans hugsar um sína egnu list, men altíð hevur hjálpt og stuðlað øðrum listafólkum í einsliga arbeiði teirra.
Á Listasavni Føroya hevur Janus Kamban sett síni djúpu spor. Hugburður hansara til listina og fatan hansara av at vera listafólk eyðkennir eisini í dag virkið á listasavninum. Hann er vegvísari, so listin kann verða til gleði fyri mong og ikki bara fyri tey fáu, fyri ein avmarkaðan skara.
Við hesum orðum takka vit Janusi Kamban fyri sítt trúfesti og ynskja honum hjartaliga til lukku við føðingardegnum.
Listasavn Føroya
Helgi Fossádal, savnsleiðari










