Janus heldur fram á Dungasandi

Betri deildin menn: Janus Svabo Samuelsen hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við 07 Vestur

Mynd: (07 Vestur) Janus Svabo Samuelsen (t.v.) og venjarin, Steffen Landro

07 Vestur boðar í dag frá, at Janus Svabo Samuelsen hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við felagið. Miðvallarin hevði eitt gott kappingarár í fjør.

 

- Janus er vorðin ein sera umráðandi leikari hjá 07 Vestur. Janus hevur góðan bóltførleika og sera gott hugflog á vøllinum. Ikki minst hevur hann royndirnar, so hann kann vísa okkara ungu spælarum á veg, skrivar 07 Vestur og leggur afturat:

 

- Janus Svabo Samuelsen byrjaði longu í 2014 í vaksnamannafótbólti. Hann hevur spælt 99 dystir í bestu deildini fyri 07 Vestur. Hann var 2 ár í útlegd í 2019 og 2020, har hann spældi við AB og Skála. Síðani vendi hann heim aftur og hevur verið okkum ein fongur síðani.

 

Nógvar broytingar verða á Dungasandi í ár. Nýggjur venjari er Steffen Landro og tilgongdin telur Magnus Isager, Maxwell Effiom og Kevin Egell-Johnsen. Nógvir mans eru farnir úr felagnum. Uros Stojanov, Ari í Haraldsstovu Petersen, Magnus Holm Jacobsen, Ási P. Dam og Jasper Van Der Heyden. Sagt verður eisini, at Daniel Obbekjær ikki leingir sáttmálan.

 

Mynd: (07 Vestur) Janus Svabo Samuelsen (t.v.) og venjarin, Steffen Landro