Janus á Húsagarði sýnir fram í Ribarhúsi

Leygardagin klokkan 16 letur upp málningaframsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði.

Framsýningin er opin til 21. februar.

Janus á Húsagarði er 44 ára gamal, útlærdur snikkari og sjálvlærdur listamálari.

Hann hevur havt myndaframsýningar javnan, síðani hann var tannáringur – 15 ára gamal. Hevur givið út ein hóp av myndabókum.

Janus hevur undirvíst í tekning og list í fleiri ár á Føroya Fólkaháskúla, og myndaevnini eru úr føroysku natúrini t. d.  fuglar, trøll, klettar, hamrar, drangar og berg við eini fjøld av skemtiligum smálutum.

Í 2019 legði Janus arbeiðið frá sær á Háskúlanum og fór at mála burturav. Henda framsýning er eitt úrslit frá hesi gongd í hansara myndlista verð.