Janus bestur á Glyvursnesi

Janus Norðberg vann í gjár BankNordic-open á Glyvursnesi

Í góðveðrinum í gjár varð BankNordik-Open 2015 spæld á golfvøllinum á Glyvursnesi. Kappingin varð skipað sum ein stableford-kapping við fullum handikapping.

 

Vinnari gjørdist Janus Norðberg við 38 stigum. Hann vann frammanfyri Símun Mittún og Per Poulsen, sum fingu hvørsíni 33 stig. Símun vann síðani eina sokallaða “puttikapping” og vann tí silvur.

 

Í liðskappingini vann lið 3, sum er mannað við Jensi Guttesen, Suna Rasmussen og Janusi Norðberg Bo Knudsen og Jógvan Amonsson vóru næst holunum á par 3 holunum, og vunnu sostatt tað kappingina.

 

Einstaklingar:

Nr. 1 Janus Norðberg 38 stig

Nr. 2 Símun Mittún 33 stig

Nr. 3 Per Poulsen 33 stig