Fótbóltur
Tað, sum var líkt til at gerast byrjanin til ein ynskisdreym, endar nú møguliga í eini marru hjá unga HB-leikaranum, Janus Mohr Joensen.
Tá Jógvan Martin Olsen fyri jól kunngjørdi, hvørjar leikarar hann ætlaði sær við til fyrstu venjingarnar hjá landsliðnum í ár, var Janus ein av nýggju leikarunum, og hjá einum ungum og evnaríkum fótbóltsleikara fæst neyvan ein nógv betri jólagáva.
Óhappið
Undir venjingunum, sum fóru fram seinasta vikuskifti, broyttist tó alt hjá Janusi, og í løtuni fær hann lítið annað gjørt enn at bíða eftir, hvørja niðurstøðu læknarnir koma til, tá teir skulu meta um knæskaðan, sum hann fekk undir venjingini. Ein skaði, sum kann kosta ein steðg upp til átta mánaðir.
- Tað hendi soleiðis, at saman við Meinhardt Joensen (úr KÍ, blðm.) leyp upp eftir einum bólti. Eg lendi fyrst aftur, men tá Meinhardt kom niður, kom hann niður á knæðið hjá mær, so tað bendist afturá, greiðir Janus frá.
- Pínan var sjálvandi øgilig, og eftir at Álvur Hansen fyrst hevði kannað meg, varð eg sendir í røntgena, har kannast skuldi, um nakað var hent við knæskelini. Tað er tað so ikki, so nú skal vitast, hvørt tað eru liðbondini, sum eru toygnaði, ella um krossbondini møguliga eru farin.
Tað eru so hesum boðunum, sum ungu leikarin bíðar eftir í løtuni, og sum hann sjálvur sigur, so er tað ikki nøkur serliga hugalig støða.
- Tað er so í øllum førum ikki tann byrjanin, sum eg hevði ynskt upp á árið. At alt møguliga er liðugt, áðrenn tað byrjar. Ikki minst eftir árið hjá HB í fjør, sum mest sum varð fullkomiliga oyðilagt av skaðum.