Januar hevur verið heilt góður

- Januar mánaður hevur verið heilt góður, men nú í februar er tað bara eitt skip, ið hevur landað. Tað eru tó fleiri skip, ið eru úti í løtuni, men veðrið hevur verið keðiligt og fiskiskapurin hevur hilnast heilt illa. So eg vænti ikki, at februar verður eins góður.


Tað sigur Odd Eliasen, stjóri í Havsbrún, nú januar mánaði er farin aftur um bak.


Á síni heimasíðu upplýsir Havsbrún um allar landingar til virkið, og sjáldan hevur tað verið dagur í nýggja árinum, har einki skip hevur landað. Tvørturímóti hava skip mangan ligið og bíða til tey sleppa framat.


Hóast Havsbrún harvið hevur havt eina góða byrjan á árið, so vísir stjórin á, at slíkt kann skjótt broytast.


- Hvussu restin av árinum fer at ganga, kemur annað uppá prísir, veður og nógv annað. Í løtuni er svartkjaftakvotan einans 100.000 tons, og er tað ov lítið. Hon verður vónandi størri, men sum nú er, so bíða vit eftir politikarunum. Um fiskiflotin ikki fær eina størri kvotu, so rakar tað sjálvandi eisini okkum, sigur stjórin í Havsbrún.