Januar: Bara 5,3 milliónir tikið úr sum vinningsbýti

Grannskoðaravirkið Januar hevur sent Sosialinum eina rættleiðing í sambandi við málið um milliardina, sum er tikin úr fiskivinnuni.

Grannskoðaravirkið Januar hevur sent Sosialinum eina rættleiðing í sambandi við málið um milliardina, sum er tikin úr fiskivinnuni.

 

Tað fellir grannskoðaravirkinum fyri bróstið, at Januar verður brúkt sum kelda til, at 566 milliónir krónur eru tiknar úr vinnu.

 

– Í okkara greining á síðu 20 upplýsa vit í sambandi við hesi vinningsbýti:

»Talan er í nærum øllum førum um vinningsbýti, sum verður flutt til móðirfeløg, og tískil er ikki talan um vinningsbýti, sum verður útgoldið til endaligu partaeigararnar.«, siga Jógvan Amonsson og Hans Laksá, statsaut. revisor, í tíðindasrkivinum.

 

Teir vísa á, at samlaða vinningbýti sum ikki er flutt til holdingfeløg hetta tíðarskeiðið er sostatt 5,3 mio. kr., ið tískil kann sigast at verða »tikið« úr vinnuni, men ikki 566,0 mio. kr. sum ein annars kann fáa fatan av, tá ein lesur greinina.

 

Lesið rættleiðingina frá Januar við at TRÝSTA HER.