Januar 2009: Lestur leiddi Petur til Lottu

Eitt innskot um burturblivna Jesus og ein andaktsbók við teksti um lýdni fingu Petur Joensen í Norðragøtu á sporið av førarahundinum Lottu, sum varð rýmdur heimanífrá orsaka av nýggjársbresti.

Fagnaðurin var stórur, tá ið tað eydnaðist at finna førarafundin hjá blinda Una Rasmussen aftur í øllum góðum ovarliga í Gøtugjógv.

Maðurin, sum fann hundin, fekk eitt innskot, sum hann ikki vildi sleppa. Og tá hann umsíðir fylgdi innskotinum, kom hann fram á hundin, har fólk longu høvdu verið fram við og leitað.

Søgan um, hvussu førarahundurin Lotta varð funnin aftur leygardagin, var gleðilig, men eisini sermerkt – ikki minst fyri Petur Joensen í Norðragøtu.


Fór til stroks

Nýggjársdag rýmdi Lotta úr Norðragøtu orsaka av fýrverksbresti, sum gjørdi hana kløkka. Hundurin fór til stroks, og eingin sá hann aftur.

Lotta er svartur Labrador og er vand til at hjálpa blinda Una Rasmussen í gerandisdegnum.

- Vit høvdu verið ein túr, og tað varð skotið eitt sindur av fýrverkið. Lotta var eitt sindur órólig, og eg merkti á henni, at hon vildi sleppa heim. Tá vit komu heim, lat eg hana standa uttanfyri, meðan eg fór eftir onkrum at eta. Men tá var aftur onkur brestur, og hon fór til stroks, greiðir Uni Rasmussen frá.

Leygardagin varð skipað fyri umfatandi leiting í Gøtu og har á leið, og ein av teimum, sum var við í hesari leiting, var Petur Joensen í Norðragøtu, og áðrenn hann fór av húsum, læs hann úr andaktsbók.

- Eg fekk mær at eta, og so plagi eg hvønn morgun at lesa okkurt úr Bíbliuni ella onkrari lestrarbók, og hendan morgunin tók eg nýggju andaktsbókina hjá Jóhannes Andreas Næs fram og læs tekstin til dagin. Hann snúði seg um lýdni og at fylgja boðum.

Samstundis kom tað knappliga fram fyri Petur Joensen, at tá ið tey leitaðu eftir Jesus, funnu tey hann í templinum. Og í Gøtu er eitt gamalt seyðahús í Gjáarhaga, sum verður kallað fyri Templið.

- Eg kendi á mær, at eg skuldi fara niðan til Templið at leita, og teksturin úr andaktsbókini segði, at eg skuldi verða lýðin ímóti boðunum, sigur Petur Joensen.


Vildi sleppa til Templið

Petur Joensen fór við í leitingina leygarmorgunin, men í fyrstu syftu fór hann við einum bólki, sum leitaði í haganum í Norðragøtu – har suðuri frá og norðureftir. Tann leitingin gav einki úrslit, og so var farið aftur oman í bygdina, haðani leitingin varð samskipað.

- Síðani var ætlanin, at okkara bólkur skuldi leita av Gøtueiði og út ímóti Lamba. Eingin visti, hvar hundurin var farin, so sjálvsagt bleiv tað leitað víða. Tá kom eg aftur í tankar um at fara niðan til Templið at leita, og eg hugsaði eisini um tekstin frá andaktsbókini um at verða lýðin, sigur Petur Joensen.

Hann og Jóan Petur Olsen settu so kós í Gjáarhaga at leita, og har komu teir fram á hundin. Hann hevði runnið seg fastan í eini gjógv.

- Hundurin var róligur, og hann tóktist verða væl fyri, hóast hann hevði verið í haganum í tveir dagar.

Tyrlan fleyg Una Rasmussen niðan til gjónna, og tað eydnaðist at fáa Lottu upp í øllum góðum og at flúgva hana heim.







Vaktarskipini lógu helvtina av tíðini

Spurningurin er, um tørvur er á fleiri enn einum vaktarskipi í økinum kring Føroyar, tí sambært tølum frá Fiskiveiðieftirlitinum, eru skipini, Tjaldrið og Brimil, bara í sigling umleið helvtina av tíðini, sum tey tilsamans kunnu vera úti.

- Tað, sum hendi í fjør, var, at oljuprísurin bleiv høgur. Hetta gav okkum stórar eykaútreiðslur, og tá oljan er ein hin størsti variabulin í útreiðslunum, so sigur tað seg sjálvt, at vit høvdu ov lítið av peningi, sigur Elmar Højgaard, stjóri á Fiskiviðieftirlitinum.






Banna myndir av bróstageving

Sosiala netverkið Facebook ansara væl eftir, at myndir, sum liggja á teirra síðum, ikki eru ov avdúkandi ella frekar. Og nú hevur Facebook bannað myndir av bróstageving.

- Trupulleikin er, at netið er ein globalur miðil, og tey, sum reka eitt netstað, kunnu gera tað sambært sínum egnum treytum og moralskum normum. Tí mugu vit eisini vænta, at vit fyrr ella seinni verða rakt av treytum og reglum, sum koma aðrastaðni frá", sigur Stig Hjarvard, miðlagranskari.



Trupult at basa smugling

Leiðarin fyri kriminaldeildina hjá løgregluni heldur tað verða trupult at basa rúsevnasmugling í Føroyum.

- Vit gera tað, sum gerast kann, fyri at basa rúsevnasmuglingini til Føroyar, umstøðurnar til at basa smuglingini kundi verið nógv betri enn tær eru, sigur Bergleif Brimvík

Hann heldur, at politiski myndugleikin leingi hevur forsømt at seta lógir og reglar í gildi í Føroyum, sum høvdu gjørt tað lættari hjá løgregluni at stríðst ímóti rúsevnasmuglarum.



Kunnu yvirliva kreppuna

Fíggjarkreppan er eitt gilt høvi at venda privatu fíggjarstýringini frá ovurnýtslu og undirskoti, til javnvág og helst eisini yvirskot. Hetta heldur Lisbeth Nebelong, serfrøðingur í privatøkonomi.

- So leingi tú hevur starv, og ikki ætlar at keypa ella selja hús, og heldur teg frá ovurnýtslu, so er ongin vandi. Tvørturímóti kunnu vit fáa nakað positivt burturúr kreppuni, sigur Lisbeth Nebelong, sum júst nú skrivar sjeyndu bókina um privatøkonomi. Eitt av hennara ráðum er, at fólk leggja gjaldskortið frá sær.




Arbeiðið hjá einum presti ger, at hann hevur ein lut í teimum eydnuríkastu og teimum syrgiligastu løtunum í lívunum hjá fleiri okkara.

Niels Pauli Danielsen,

fráfarandi sóknarprestur



- Vit dyrka ikki okkum sjálvi og oyggjar okkara, hví skulu so onnur fólk gera tað.

Hans Fróði Hansen