Óhappið hendi, tá Norröna hósdagin 15. januar brádliga fekk nógvan vind inn á síðuna, og tí misti skiparin tamarhaldið á tí stóra farinum, sum bleiv trýst á land. Tá hann so skuldi útaftur av vágni rendi afturendin á skipinum í molan. Tá Norröna so aðru ferð kom innaftur um molan fór hon á land á sama staði við ískeiina.
Havnarmaðurin Jákup Sjatlá var staddur á eystaramola, tá Norrøna bar við molan.
Hann koyrdi bil, tá ið hann varnaðist, at okkurt var áfatt við Norrönu, tá ið hon kom inn eftir Havnarvág. Hann fór úr bilinum og leitaði sær yvir á Tinganes at fregnast. Tá legði hann til merkis, at Norröna hevði kós ímóti molanum Hann var skjótur at sleppa
sær yvir á eystara mola og komin á molan, steig hann úr bilinum. Jákup var kortini skjótur inn aftur í bilin, tí Norröna hevði beinleiðis kós ímóti bilinum.
? Eg varð noyddur at flyta meg í skundi, tí Norröna hevði kós ímóti mær, greiddi Jákup Sjatlá frá
Hann var skjótur at flyta bilin og stutt eftir bar Norröna við sjálvan molan, og hol kom á síðuna. Tá vóru fleiri fólk komin molan at fregnast og telefonirnar kimaðu fyri boða frá, at nú var hol komið á Norrönu.
Høvdu tamarhald
Sjóbjargingarstøðin, MRCC, hevði fult tamarhald á støðuni á Havnarvág hósdagin. Djóni Weihe sigur, at vanliga eru óhapp á sjónum ein marra fyri eina bjargingarstøð, men tíbetur gjørdist støðan aldrin hættislig hósdagin.
Spurdur, um MRCC hevði verið til reiðar at flyta fólk burtur, um Norröna var fullsett, svarar Djóni Weihe, at hevði talan verið um júst somu støðu, hevði MRCC ikki havt nakrar trupulleikar at flyta fólkini.
? Vit høvdu góðar møguleikar at flyta fólk, tí vit kundu flyta frá landi og frá sjósíðuni. Umframt Triton høvdu vit eisini tyrlu, og tí var møguleiki at flyta fólk loftvegis, um neyðugt var við tí, segði Djóni Weihe.
- - -
Tann fyrsti var úr Klaksvík
Klokkan tjúgu minuttir í nýggju nýggjársmorgun sá ársins fyrsti nýføddi føroyingur dagsins ljós. Tað var á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, at drongurin á 3800 gramm og 52 sentimetrar varð føddur. Foreldur vóru Barbara Biskopstø og Leivur Thorsteinsson úr Klaksvík.
? Galið, tað er stuttligt at fáa eitt barn. Eg hevði als ikki ímyndað mær, at tað fór at verða soleiðis, segði tann fegna mamman.
Sambandið er cool
»Sambandsflokkurin er cool« vóru boðini, sum fylgdu við øllum sms-boðum send umvegis Olivant einu tíðina. Hetta var ein lýsing og eitt dømi um, at alt varð nýtt í valstríðnum undan løgtingsvalinum. Sms-boðini komu víða, tí fleiri túsund verða send hvønn mánað.
Virðislønir til føroyingar
Tá ið íslendingar heiðraðu øll tí besta innan tónleikin, fekk føroyska songkvinnan Eivør Pálsdóttir tvær tónleikavirðislønir. Aðru fekk hon fyri at verða besti kvinnuligi sangari og hin fyri at duga besta at framføra sín tónleik.
? Hetta var eitt rørandi upplivilsi. Eg púra sjokerað, tá eg vann hasar virðislønirnar, segði Eivør Pálsdóttir.
Eisini í Danmark var ein virðisløn latin føroyingi. Tað var Teitur Lassen, sum fekk Rødovre Musikpris 2004.
Toran loypti kvøkk á
Eitt leygarkvøldið í januar var ógvusligur torusláttur um landið. Onkustaðni gekk
toran ógvuliga hart á, og børn vóru órógvað og tordu illa at ganga ímillum húsini.
So harður var tann eini bresturin, at hús á eystara armi á Skálafjørðinum meira at kalla skulvu.
? Toran gongur, tá ið luftin er óstøðug. Hendan dagin var rættiliga lýtt í veðrinum. Samstundis kom ein kuldabrúgv inn yvir okkum við tí úrsliti, at tað var lýtt í neðra og kalt í erva. Undir slíkum umstøðum fáa vit snarljós og torusláttur, sigur veðurfrøðingurin Petur Skeel Jacobsen.
- - -
»Politikkur er í veruleikanum eitt fullkomið sjónleikarhús. Politikkarar lova tað, teir ikki klára at halda. Eg lovaði viðvind á súkklubreytunum og stytri bíðirøðir í keypssamtøkunum á sinni. Johan í Kollafirði eigur at lova føroyingum fleiri fiskar og lekrari grind«
? Jacob Haugaard, undirhaldari
»Tá ið mann skýrir ein bólk av fólki, ið hevur eina aðra kynsliga orientering enn onnur, at vera vilst kynsliga og harafturat metir, at hesin bólkur kann grøðast ella venjast av við hendan atburð, tá leggur mann ótrúliga hart út eftir hesum bólki.«
- Eyðun Joensen, sálarfrøðingur
- - -
Løgtingsval var 20. januar. Fólkafl.: 7 limir - Sambandið: 7 - Javnaðarfl.: 7 - Sjálvstýrið:1 - Tjóðveldið: 8 - Miðfl.: 2