KAPPRÓÐUR
Tað er møguleiki fyri fleiri metum í Knørrafelagnum um ella kanska rættari sagt, tá ið Jarnbardur við kvinnumanning fer at vinna á Ólavsøku.
Jarnbardur við kvinnumanning hevur longu fyrr í summar tryggjað sær 10. FM heiti.
Um Jarbardur vinnur í morgin, so verður tað 50. ferðin, at stýrimaðurin Jannie Dam Jacobsen fer at vinna ein FM kappróður. Henni á baki er bátsformaðurin Eivy Olsen. Hon hevur í morgin møguleika at fáa gull um hálsin fyri 48. ferð.
Talan er um einastandandi avrik, sum eingin annar rógvari nakrantíð hevur verið í nánd av.
Jannie, 26 ár, og Eivy, 29 ár, róðu fyrstu ferð við Jarnbardi í 1996. Tað árið vunnu tær ongan róður. Tá var Hvessingur bestur, og Jarnbardur var nummar tvey í øllum róðrunum. Árið eftir tryggjaðu tær sær FM á Ólavsøku. Jannie hevur stýrt Jarnbardi øll árini síðani. Eivy var ikki við í 1998, tá ið báturin vann tveir róðrar.
Eru sigrarnir framvegis søtir?
- Summir sigrar hava sjálvandi verið minnisríkari enn aðrir. Eitt nú ólavsøkusigurin í 1997, tá ið vit tryggjaðu okkum FM. Eitt tað størsta vónbrotið var í 1998, tá ið vit taptu á Ólavsøku og harvið ikki vunnu FM, sigur Jannie Dam Jacobsen.
Umhugsa tit at gevast?
- Eg havi altíð sagt, at tá ið tað ikki verður spennandi og stuttligt at rógva, so fari eg at gevast. Eg haldi tað framvegis vera hugaligt og stuttligt at rógva saman við góðum bátsfeløgum.










