Janne Kolling álvarsligan skaða

Fótbóltur: Vandi er fyri, at danski hondbóltsspælarin Janne Kolling hevur fingið krossbandskaða

Nú er líkt til at Janne Kolling ikki verður við, tá HM í kvinnuhondbólti verður í Danmark og Noregi um tríggjar vikur.

Í EHF-dysti fyri norska felag sítt, Tertnes, fekk hon sunnudagin álvarsaman skaða í knæið. Tað var tá hon hevði gjørt sítt fjórða mál í dystinum, sum var spældur í Frederikshavn, at hon lendi skeivt.

Hon varð borin av vøllinum, og í skiftirúminum kundi ein lækni vekja illgrunan um, at okkurt helst varð hent krossbandi í øðrum knænum. Ein nærri kanning fer seinni í vikuni at vísa, um talan veruliga er um so álvarsaman skaða.

Janne Kolling, sum hevur spælt í Føroyum, hevur føroyskan mann, og tey eru nú í Randers, har tey fara at verða komandi dagarnar, meðan bíðað verður eftir at gjørligt verður at kanna knæið nærri.

31-ára gamla Janne Kolling er mest royndi danski landsliðsspælarin. Hon hevur spælt 232 landsdystir og hevur verið við í øllum EM og HM endaspølunum síðani 1990. Hon hevur vunnið gull í EM, HM og OL.

Dysturin millum Frederikshavn og Tertnes endaði við, at Tertnes vann og spældi seg í fjórðingsfinalurnar í EHF-Cup.