Jann og Hødd hava bert tapt ein av 17 dystum

Liðið hjá Jann Benjaminsen er bert eitt stig frá plássinum sum gevur beinleiðis uppflyting

Jann Benjaminsen hevur verið fastur fúsur hjá Hødd í triðbestu norsku fótbóltsdeildini hetta kappingarárið.

 

Jann hevur leikt við í øllum 17 dystunum Hødd hevur spælt hetta kappingarárið, og hevur hann higartil skotið eitt mál.

 

Í dag vann Hødd 2-1 á heimavølli á gamla liðnum hjá Kaj Leo í Bartalsstovu, Levanger. Levanger var á odda 1-0 í steðginum. 

 

Stóra hetjan hjá Hødd í seinna hálvleiki var Robin Hjelmeseth, ið við tveimum málum syrgdi fyri sigrinum hjá Hødd.

 

Hødd hevur vunnið 10 dystir, leikt 6 javnar og hevur tapt ein dyst higartil.

 

Hødd er næstfremst í deildini við 36 stigum, eitt stig aftanfyri oddaliðið, Ullsaker/KIsa sum hevur 37 stig. Kjelsås er nummar trý við 29 stigum.

 

Nummar eitt flytur beinleiðis upp í næstbestu deildina aftaná lokið kappingarár. Nummar tvey skal spæla upp- og niðurflytingardystir aftaná lokið kappingarár.