Jann Ingi við til Litava

Jákup á Borg gjørdi eftir dystin í dag greitt, at tað er vónleyst hjá honum at fara til Litava. Lærskaðin, sum hevur argað, breyt upp eftir hálvum tíma, og tí er hann ikki tøkur.

Í hansara stað hevur Jógvan Martin Olsen nú givið Jann Inga Petersen úr B68 boð.

- Eg havi tørv á einum spælara, sum kann spæla bæði í høgra borði og mitt á miðvøllinum, og tí havi eg valt at taka Jann Inga Petersen út.

Eisini er ivasamt, um Mikkjal Thomassen og Bogi Løkin eru tøkir til dystin mikukvøldið, men bíðað verður til í morgin, áðrenn teir geva endalig boð.

 

Hinvegin er Símun Samuelsen helst tøkur. Hann var eftir á hotellinum við krími í dag.

 

Og endaliga hevur landsliðsvenjarin eisini gjørt av, at bert tveir málverjar vera við í hópinum, sum fer av landinum mánamorgunin. Hesir báðir verða Jákup Mikkelsen og Gunnar Nielsen.