Jann Ingi úr Víkingi til B68

Hóast Jann Ingi Petersen hevði sattmála við Víking fyri komandi ár, so verður hann at síggja í barndómsfelagnum komandi kappingarár

- Hann hevði eitt ynski um at sleppa til B68 og tað er nú gingið honum á møti. Eg eri keddur av at vit missa ein góðan royndan spælara, men vit hava ikki brúk fyri einum spælara, sum ikki vil verða í felagnum, sigur Sigfríður Clementsen, venjari hjá Víkingi.

 

Jann Ingi Petersen skifti í fjør til Víking frá júst B68, sum tá flutti niður. Nú er liðið aftur í bestu deildini. Tá gjørdi Víkingur ein tvey ára sáttmála við Jann Inga, men nú eru Víkingur og B68 so komin ásamt um eitt skifti.

 

Víkingur hevur í ár meldað út, at felagið ætlar sær at vinna FM. Somuleiðis hevur Sigfríður sagt alment, at tað manglar ein profilur á liðnum, sum helst skal spæla á framrættaða miðvøllinum.

 

- Støðan er tann sama enn. Vit hava framvegis fimm mans, sum kunnu manna tvey av plássunum á miðvøllinum. Nú leita vit so eftir einum profili, men tað er ongin orsøk at fara í panikk, tí vit hava eitt gott lið landsliðsaktuellum spælarum á fleiri plássum, sigur Sigfríður Clementsen.

 

Teir fimm á miðjuni, ið Sigfríður vísur til eru Hans Jørgen Djurhuus, Hanus Jacobsen, Heðin Hansen, Sølvi Vatnhamar og Súni Olsen.

 

Í seinastuni hevur ljóðað, at Víkingur nærkast eini loysn upp á framrættaða miðvøllin, sum skal styrkjast. Søgan segði, at talan var um 35 ára gamla Ousmane N’Doye, sum er beiggi Dame N’Doye, sum hevur spælt við FCK.

 

- Hatta kenni eg einki til. Ongin spælari er á veg til okkum í løtuni, sigur Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi.

 

Hann váttar tó, at Víkingur í løtuni leitar eftir einum framrættaðum miðvallara.

 

- Vit leita eftir einum framrættaðum miðvallara, og vit leita fyri tað mesta uttanlands. Vit hava fingið nøkur nøvn, men tað er týdningarmikið, at talan er um ein spælara, sum venjarin góðkennir og at hann passar inn í lønarskipana í felagnum, sigur Brandur Jacobsen víðari.

 

Tað er framvegis ikki greitt um Kaj Leo Í Bartalsstovu heldur fram í Víkingi.

 

- Vit vit framvegis ikki um Kaj Leo heldur fram í felagnum. Vit vóna og ynskja, at hann heldur fram, sigur Brandur Jacobsen.

 

Víkingur hevur eisini áhuga í Jóan Símuni Edmundsson, sum framvegis ikki hevur fingið greiða á sína fótbóltsframtíð.

 

- Tað er avgjørt ein áhugaverdur spælari fyri okkum, men mær vitandi hevur hann ikki tikið støðu til nakað enn og ongin er í samráðingum við hann, sigur Brandur Jacobsen at enda.

 

Sostatt leitar Víkingur framvegis eftir einum framrættaðum spælara á miðvøllinum. Fyri kortum gjørdi Víkingur sáttmála við Andreas Lava Olsen, sum kemur heim til Føroyar í summar.