DANMARK 1. DEILD
Eftir at tað fyrsta partin av várinum hevur verið striltið hjá Jann Inga Petersen at vinna plássið á sentrala miðvøllinum, sum hann tóktist eiga síðsta heyst, so tykist tað nú at vera gloppið hjá honum. Sunnudagin var hann á vøllinum allar 90 minuttirnar, tá ið Fremad Amager hevði vitjan av FC Nordjylland og vann 2?1. Hetta var annar heimasigurin hjá Fremad Amager á rað.
Meiri striltið gongst hjá meiri framrættaðu føroysku spælarunum á Amager. Hjalgrím Elttør og Andrew av Fløtum vóru millum teir fyrstu ellivu. Men teir komu ikki á vølllin, tá ið farið var undir seinna umfarið, og tað framvegis var málleyst. Lítla løtu seinni legði FCN seg framum eftir hornaspark, men tá ið 2. hálvleikur var fimm minuttir gamal, javnaði Thomas Myssing, sum var annar teirra, ið var innskiftur. Fram ímóti dystarenda skoraði Fremad Amager sigursmálið.
Hjá Johan B. Hansen og Horsens gekk tað ikki meiri enn passaligt. Á heimavølli var úrslitið ímóti Ølstykke 1?1, og tað varð ikki mett at vera nóg gott.
Oddaliðið Silkeborg, sum ikki hevði tapt í átjan landskappingardystum á rað, fór úr Nykøbing Falster við 2?0 tapi. Spenningurin um uppflytingina øktist. Randers vann 5?0 á heimavølli ímóti Skjold. Nú er Randers á triðja plássinum trý stig aftanfyri Horsens, sum er eitt stig aftanfyri Silkeborg. Tað eru sjey umfør eftir.
Í botninum vaks mótið hjá Vejle eitt vet. Teir vunnu 2?0 ímóti niðurflutta B1913. Men Vejle er framvegis niðanfyri strikuna. Teir hava 20 stig, og Fremad Amager hevur 24. Ímillum tey bæði Føroya liðini eru B93 og Brønshøj, sum bæði hava 21 stig. B93 tapti 2?1 á heimavølli ímóti Køge, og Brønshøj fekk 1?1 á heimavølli ímóti Fredericia. FC Aarhus, sum er næstniðast, tapti 4?1 á heimavølli ímóti Sønderjydske, sum hevur 46 stig og framvegis ein lítlan møguleika at flyta upp.









