Jann Ingi heldur fram á Toftum

Miðvallarálitið hjá B68 hevur skrivað undir sáttmála, sum bindur hann at barndómsfelagnum í tvey ár afturat

Fótbóltur

Fyrr í dag visti Dimmalætting av siga, at brasilski álopsspælarin Andersson, sum hevur verið á Toftum í ár, næsta ár fer at spæla við NSÍ.
Men hóast toftamenn fluttu niður í næstbestu deildina fyri hálvari aðrari viku síðani, og hóast brasilski álopsspælarin nú hevur skrivað undir avtalu við NSÍ, so ætlar B68 at brynja seg út at vera við í kappingini um uppflyting næsta ár.
Í kvøld veit B68 heimasíðan at siga, at Jann Ingi Petersen hevur skrivað undir sáttmála, sum bindur hann at barndómsfelagnum tvey tey næstu árini. B68 heimasíðan sigur, at fleiri feløg í Formula deildini hava dyrgt eftir undirskiftini hjá miðvallaranum, sum áður hevur verið í landsliðshitanum, men nú er tað altso greitt, at Jann Ingi eisini komandi ár verður at síggja í reyðu B68 troyggjuni.