Jann Ingi fer til Danmark

Fremad Amager tryggjaði sær hósmorgunin undirskriftina frá toftamanninum

Útiseti
Jann Ingi Petersen av Toftum fær bert fýra dystir afturat fyri B68 í hesum umfarinum. Tað er nevnliga greitt, at leikarin eftir hetta kappingarárið skiftur til danska Fremad Amager, sum spælir í næstbestu donsku deildini. Og so kann leggjast afturat, at hetta er fyrsta ferðin, at Fremad Amager beinleiðis hevur keypt ein leikara.

Á tíðindafundi hósmorgunin kundi Jákup í Stórustovu, sum umboðar Jann Inga, siga frá, at Fremad Amager, B68 og Jann Ingi sjálvir vóru komnir ásamt um, hvussu ein slíkur sáttmáli skuldi gerast, og so var bara eftir at skriva undir.
Hjá Jann Inga sjálvum, er hetta sjálvandi eitt stórt fet á leiðini til at gera enn meira við fótbóltin. Aðra staðni á hesum síðum verður hann endurgivin fyri at siga, at næsta stóra málið hjá honum er at vinna sær fast pláss á landsliðsmiðvøllinum, og tað er einki at ivast í, at fortreytirnar í hesum eru batnaðar, nú hann framyvir fer at nýta enn meira tíð og orku til fótbóltin.
Fegnir um fongin
Og at teir í Fremad Amager eru fegnir um fongin, er einki at ivast í. Michele Guarini, sum er venjari hjá felagnum, ivaðist í øllum førum ikki um, at teir her hava fingið fatur á einum leikara, sum kann røkka heilt langt.

- Fyrst og fremst er Jann Ingi ein leikari, sum sjálvt á einum høgum støði megnar at halda fast í sínum spæli. Tað var eisini sjónligt í gjár, tá hann var ein av teimum, sum nógvir bóltar frameftir vøllinum fóru ígjøgnum.
- Men talent er eitt. Nakað annað er sálarlig styrki, og hana tykist Jann Ingi at hava. Tað er í seinasta enda tað, sum er avgerandi fyri, hvussu langt ein leikari røkkur, og tað er tíverri galdandi fyri fleiri av teimum evnaríku leikarunum, sum eru í Danmark, at teir ikki eru sinnaðir at arbeiða nóg hart. Tað er Jann Ingi, og í øllum førum er tað okkara vón, at vit við hesum kunnu vera við til at menna Jann Inga til at gerast ein av teimum allarbestu føroysku landsliðsleikarunum, sigur Guarini at enda.

Á toftum er gleðin um søluna tó ikki so eyðsýnd, sum hon er í Fremad Amager um keypið.
- Tað er sjálvandi tungt hjá okkum at missa ein slíkan leikara, og upphæddin fyri hetta stendur sum so ikki mát við tær dygdir, sum Jann Ingi hevur, eru fyrstu orðini frá formanninum hjá B68, Niclas Davidsen.
Hann leggur tó afturat, at teir sjálvandi vóna, at tað fer at gangast Jann Inga væl.
- Tað er jú altíð tungt at siga farvæl, men vit vóna tað allarbesta fyri Jann Inga, og gongst alt sum ætlað, so kundi tað jú hent seg, at okkurt afturat verður í okkara part.
Sáttmálin hjá Jann Inga er galdandi frá 1. januar 2004 og trý ár fram. Men roknað verður við, at hann fer til Danmarkar, so skjótt sum føroyska kappingin er liðug.