Jann Ingi er givin í Skive

Jann Ingi Petersen fer ikki at spæla við Skive kortini. Heimasíðan hjá felagnum boðar frá í dag, at føroyski landsliðsleikarin flytir aftur til Føroya.

Orsøkin er persónlig, upplýsir Skive.

 

Jann Ingi Petersen varð knýttur at hópinum í desember. Hann hevur verið darvaður av skaða og spældi ongan skrásettan dyst. Skive harmast, at miðvallarin fer aftur til Føroya.

 

Jann Ingi Petersen spældi við NSÍ í 2010.

 

Skive spælir í næstbestu donsku deildini.