Jankovic skift felag

Dimitrije Jankovic var í hesum kappingarárinum ein av stuðulsleikarunum hjá B36. Dugnaligi verjuleikarin stóð seg sera væl, men nú er greitt, at árstalsfelagið má verða serban fyri uttan komandi kappingarári. Sambært heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum hevur Jankovic flutt spæliloyvið til serbiska FK Sevojno, har hann skal spæla komandi tíðina. Somuleiðis hevur Anderson Castilho, sum í 2007 spældi við NSÍ og B36, skift til Club Ateltico Argentino úr Argentina, meðan Marcell Balog, EB/Streymur, hevur gjørt avtalu við Kecskemeti Te KFT úr Ungarn. Hetta er felagið, har Tomislav Sivic er venjari.