Dimitrije Jankovic var í seinasta landskappingardystinum í fjør útvístur fyri hevnissøku, tá GÍ vitjaði í Vági og VB/Sumba. Í vetur er serbin fluttur til B36, og tað er leikbannið eisini. Tískil er hann ikki við í hópinum í dag, tá árstalsfelagið skal royna at knógva Skála í kappingini um løgmanssteypið.
Dimitrije Jankovic fekk upprunaliga tríggjar dagar leikbann, men B36 hevur kært avgerðina til aganevndina. Hon tók í gjár endaliga støðu til at stytta leikbannið til tveir dystir.










