Tað kunnger høvuðsstaðarfelagið á heimasíðu sínari.
Við sínum frálíka leiðaraeginleika varð serbin í 2008 valdur sum árins leikari í felagnum. Síðan hevur hann roynt seg í serbiskum fótbólti, men nú er greitt, at Dmitrij Jankovic vendir aftur til B36.
Sáttmálin er galdandi fyri kappingarárið 2010.
Verjuleikarin var í 2006 og 2007 knýttur at hópinum hjá VB/Sumba.