Janet Yellen fyrsta fíggjarmálaráðfrú í USA

Senatið hevur góðkent Janet Yellen sum fíggjarmálaráðfrú. Hon fær stóru uppgávuna at stýra koronurakta amerikanska búskapinum.

Janet Yellen er við atkvøðugreiðslu í dag góðkend sum fíggjarmálaráðfrú í USA.

Tað skrivar tíðindastovan AFP.

Yellen var tilnevnd høga starvið av demokratiska forsetanum Joe Biden.

Tann 74 ára gamla Yellen verður harvið fyrsta kvinna í starvinum.

Áður hevur hon sum fyrsta kvinna eisini verið stjóri í amerikanska miðbankanum. Yellen hevði ein avgerandi leiklut í at leggja búskaparpolitikkin hjá Joe Biden fyri USA til rættis, sum er hart raktur í koronufarsóttini.

Fyri atkvøðugreiðsluna hevði fíggjarnevndin í Senatinum eftir eina hoyring einmælt góðkend tilnevningina.

Harvið varð lagt upp til eina góðkenning uttan trupulleikar við atkvøðugreiðsluna í Senatinum.

– Eg eri sera ósamdur við Yellen á fleiri økjum, serliga tá tað snýr seg um skattapolitikk, men hon hevur lovað, at hon fer at samstarva við okkum, sigur republikanski senatorurin Mike Crapo eftir fundin fríggjadagin í fíggjarnevndini sambært tíðindastovuni Reuters.

/ritzau/