Janet Jackson fer við í JACKSON 5

Hon hevur nú sagt ja til at fara á heimskonsertferð í staðin fyri beiggja sín, Michael Jackson sála. Higartil hevur Janet púra noktað at fara á pallin saman við brøðrum sínum, men nú hevur hon endiliga sagt ja. Hetta avdúkar stórabeiggin, Jermaine Jackson.

 

Orsøkin er, at hon eftir deyða Michael fegin vil heiðra hann. Hetta ger hon við at taka hansara pláss í Jackson 5, tá ið bólkurin fer á konsertferð um allan knøttin.

 

- Vit høvdu ein felagsfund, og Janet hevur sagt ja til at koma við okkum á konsertferð, segði Jermaine á einum tíðindafundi í Australia, har hann var farin at lýsa við sjónvarpsrøðini ?The Jacksons: A Family Dynasty?, har familjan Jackson verður fylgd heilt tætt uppá.

 

Nær konsertferðin byrjar, veit ongin enn við vissu.

 

Kelda: kigind.com