Jana stuðlar Støjberg treytaleyst allan vegin

»Hetta er ein politisk heksajakt« sigur føroyska Jana Højgaard Brodersen, sum nátt og dag forsvarar Inger Støjberg

Klokkan er akkurát farin av 8, og enn ein dagur í ríkisrættarmálinum móti danska politikaranum Inger Støjberg er um at fara í gongd. Uttan fyri rættarsalin stendur 64 ára gamla Jana Højgaard Brodersen.

 

Hon er spent. Men eisini nervøs. Tí nógv er upp á spæl í dag, nú politiska hetja hennara situr á ákærubonkinum, ákærd fyri at bróta lógina um ráðharraábyrgd sum integratiónsráðharri fyri Vinstra í 2016. Innan fyri næstu vikurnar rætturin gera av, um hon breyt lógina við ólógliga at geva boð um at sundurskilja pør, sum hava søkt um friðskjól, har annar parturin er undir 18 ár.

 

– Eg eri ein av teimum, sum heldur, at man skal út á gøtunua og siga frá sínari ónøgd. Eg kann ikki bara standa og hyggja at, tað klári eg ikki, sigur Jana Højgaard Brodersen.

 

Føroyska Jana ivast ikki eina løtu í, at Støjberg er ósek, og einki kann sannføra hana um annað. Hon hevur tí eittans mál í ríkisrættinum í dag – at vísa Støjberg sín fulla stuðul.

 

Í longri samrøðu við Sosialin fortelur Jana um sítt troyttaleysa arbeiði at stuðla Inger Støjberg, sum eitt nú fevnir um stóra facebookbólkin "Danskerne støtter op om Inger Støjberg" við 40.000 limum. Vit spyrja hana, hví hon ger hetta, og hvussu hon kann vera so sikkur í, at Støjberg er ósek. Les samrøðuna í blaðnum.

 

##med2##

 

(Mynd: Mads Claus Rasmussen - Ritzau Scanpix)