Norski høgri vongurin, sum er bæði EM og HM-vinnari við Noregi, Emilie Hovden hevur gjørt tað framúr í komandi liðnum hjá Janu Mittún.
Í 18 dystum fyri Viborg hetta kappingarárið hevur Emilie Hovden skotið 105 mál.
Men Jana Mittún sum fer til Viborg komandi summar fær ikki heiðurin at spæla á sama liði sum Emilie Hovden.
26 ára gamla Emilie Hovden hevur nevnliga gjørt sáttmála við ungarska stórliðið, Györ, og byrjar í felagnum komandi kappingarár.
Emile Hovden kom í fjør summar til Viborg. Áðrenn spældi hon trý ár við norska liðnum, Storhamar.