Jana Mittún til Viborg næsta summar

Nú er greitt, at Jana Mittún spælir hetta kappingarárið afturat í H71, og síðani fer hon til Viborg HK í bestu donsku hondbóltsdeildini, har hon hevur skrivað sáttmála fyri eitt trý ára skeið. – Tað er dreymurin hjá mær, at sleppa at royna at fara “all-in” sum hondbóltsspælari, sigur hon.

 

Tað skrivar H71 í morgun á heimasíðuni.

 

– Eg fari fyrst og fremst til Danmarkar næsta summar fyri at spæla hondbólt fulla tíð. Um eg so annað ella triðja árið eisini fari at hugsa um onkra útbúgving, kemur tíðina at vísa, tí fyrst og fremst er tað hondbólturin, ið skal roynast, sigur Jana Mittún.

 

Hon sigur seg skilja á lagnum, at í Viborg er eitt gott umhvørvi uttan fyri hondbóltin og at nógvir av spælarunum búgva í sama íbúðarblokki, har hon helst eisini fer at búgva, tá ið tann tíð kemur.

 

– Eg gangi høgt uppí, at tað sosiala er til staðar, tí tað havi eg brúk fyri. Skal eg siga fyri meg, so hevði eg ikki hildið tað verið so stuttligt bara at vant hondbólt og so annars bara at sitið heima, sigur 18 ára gamla Jana, ið varð kosin ársins spælari síðsta kappingarár, eftir at H71 hevði vunnið føroyameistaraheitið.

 

Byggja nýtt lið upp

 

Sum sagt, hevur hon skrivað undir ein trý ára sáttmála, so næsta summar, tá ið vit eru komin út í hálvan juli ella har á leið, byrjar hennara nýggja yrkisleið.

 

– Tá eri eg eisini liðug á Glasum, har eg fyrst geri meg lidna við búskaparbreytina í handilsskúlanum. Mær dámar væl at ganga í skúla og tími væl at gera bæði, men fyrst skal eg finna meg til rættis, tá ið eg komi til Viborg, sigur Jana, ið áður hevur verið eitt ár niðri á ítróttareftirskúla, so tað er ikki púra fremmant fyri hana at vera heimanifrá.

 

Onkur annar enn Viborg HK hevur eisini spurt seg fyri, men fyri Janu kendist jútska felagið sum ein góður møguleiki, tí tey eru í ferð við at byggja upp av nýggjum, eftir at onkrir av teimum heilt frægu spælarunum eru farnir víðari.

 

– Eg síggi tað avgjørt sum ein fyrimun at gerast partur av nøkrum, sum verður bygt upp, og í øllum førum eri eg sera spent at sleppa at royna meg sum hondbóltsspælari fulla tíð. Tað er dreymurin hjá mær, at sleppa at royna at fara “all-in” sum hondbóltsspælari, sigur hon.

 

– Vit í H71 eru fegin um, at enn ein av okkara spælarum fær møguleikan uttan fyri landoddarnar, men eru samstundis takksom fyri, at Jana tekur ein vetur afturat, áðrenn ævintýrferðin byrjar, skrivar hondbóltsfelagið í Hoyvík, H71.