Í dystinum millum FC Suðuroy og ÍF var eisini um at ganga gali, tá Jan Ó. Ellingsgaard fekk ein fótbóltsskógv í høvdið.
Skaðin er ikki eins álvarsamur og hjá hinum báðum, men tað kundi sæð út sum Jan Ó. Ellingsgaard hevur verið í nevaleiki og fingið ein ordans frammaná frá einum óðum Mike Tyson.
Hendingin fór fram í fyrra hálvleiki, men Jan sýtti fyri at fara av vøllinum. Tað endaði við, at vinstri bakkurin, sum júst hevur finigð landsliðsboð, skoraði eitt týdningarmikið mál, tá hann legði ÍF á odda 2-1.
Hesa myndina hevur liðfelagin hjá Jan, Høgni Zachariassen, tikið umborð á Smyrli á veg norð aftur.