Jan Christiansen, fyrrverandi borgarstjóri í Havn ber í kvøld eina heilsu til Heðin Mortensen um støðuna fyri 12 árum síðani.
Hann skrivar:
Góði Heðin Mortensen, eg føli við tær.
Fyri júst 12 árum síðani var eg í somu støðu. Tá var samgonguskjal undirskrivað, har eg, sum fyrstvaldi býráðslimur, skuldi halda fram sum borgarstjóri í Tórshavn.
Men ein av teimum, ið hevði undirskrivað avtaluna leyp frá, og fór til minnilutan, sum bjóðaði honum borgarstjórasessin.
Ikki nokk við tað, viðkomandi sveik eisini sín egna flokk tí freistingin bleiv ov stór at seta seg í borgarstjórasessin.
Tá hugsaði eg, at nakar kundi gera slíka dáragerð.
So, av royndum veit eg hvussu tú í kvøld hevur tað.