Talan er um tvey lið, sum hittast í aldudalinum, tá ið B68 seinnapartin fær vitjan av HB. Toftamenn hava ikki enn megnað at vinna fulla úrtøku og eru longu fluttir niður.
HB úrtøkan hevur seinastu vikurnar verið óvanliga soltin. Tað kemur ikki ofta fyri, at HB fimm ferðir á rað fer at vøllinum uttan at hava megnað fulla úrtøku. Soleiðis hevur tað verið seinastu ferðirnar. HB hevur ikki vunnið síðani sjeynda august, tá ið TB fór úr Gundadali við 4-1 tapi. Síðani tá hevur úrtøkan verið trý tap og tveir javnleikir.
HB málið hevur verið at vinna fjórða plássið og harvið rættin at spæla altjóða fótbólt næsta summar. 2-1 tapið á heimavølli ímóti AB síðsta sunnudag kendist bæði sum eyðmýking og øgiligur skelkur, tí nú er europeiska atgongumerkið langt burtur.
-Tað eri eg, sum seti liðið, og tað eri eg, sum skal syrgja fyri, at spælararnir og liðið avrika soleiðis, sum vit eiga at gera. Ímóti AB var tað avgjørt ikki nóg gott. Vit kundu havt skorað fleiri mál longu í fyrra hálvleiki. Tað gjørdu vit ikki, og so endaði tað soleiðis, sum tað gjørdi. Í vikuni hava vit tosað saman og fyrireika okkum, og nú fokusera vit á avbjóðingina á Svangaskarði. Tíbetur er lagið undir venjing framvegis gott, sigur Jan C. Dam, venjari hjá HB.
Kennir tú teg hóttan í starvinum?
-Tað hugsi eg als ikki um. Vit arbeiða støðugt, og eg eri vísur í, at avrikið verður væl betri á Toftum, enn tað var ímóti AB, sigur HB venjarin.
Umframt einki stig at fáa burtur úr fyri viku síðani, so bar vánaliga avrikið við sær, at tríggir spælarar eru leikbannaðir ídag. Teir eru Ári Mohr Jónsson, Rókur av Fløtum Jespersen og Jóhan Troest Davidsen. Tað kemur sera væl við, at Fróði Benjaminsen er tøkur aftur eftir leikbann.
Eftir at hann var burturstaddur síðsta sunnudag, er B68 venjarin Eliesar Olsen aftur tøkur, og málið er tað sama, sum tað hevur verið alt kappingarárið.
-Vit arbeiða fram ímóti at vinna ein dyst í hesum kappingarárinum, og vit ætla og vóna, at tað fer at eydnast ímóti HB.
B68 hevur ikki vunnið úrtøku síðani 19. juni, tá ið úrslitið var 1-1 á heimavølli ímóti Skála.
Jann Ingi Petersen er tøkur aftur eftir skaðasteðg. Tað er ivasamt, um álopsspælarin Damir Ibric Yüksel verður førur fyri at spæla. Hann fór skaddur av vøllinum stutt eftir, at hann hevði skorað síðsta sunnudag, tá ið B68 tapti 5-1 á Skála.
Fimm av teimum, sum eru fastir menn á besta liðnum, vóru í gjár við til at sleppa næstbesta B68 liðnum undan niðurflyting. Teir hava tó allir loyvi aftur at spæla ídag.










