Tað er akkurát nú greitt at Jan Højgaard vann formansvalið í Fiskimannafelagnum. Hann var væl framman fyri Henrik Old. Vit hava fingið at vita, at inn komu 1049 atkvøður, og tað svarar til eina valluttøku upp á 37%.
16 atkvøður vóru blankar ella ógildugar. Av gildugu atkvøðunum fekk Jan Højgaard 653 atkvøður, sum svarar til 63% og mótvalevnið,
Hendrik Old, fekk 380 atkvøður, sum svarar til 37%.











