Jan Trøjborg, fyrrverandi borgarstjóri í Horsens og formaður í danska kommunufelagnum, sum doyði av einum hjartatilburði fyri nøkrum døgum síðani, fór til gravar fyrrapartin.
Klosterkirken var full av fólki, og fleiri hundrað fólk stóðu uttan fyri kirkjuna, har hátalarar vóru settir upp, so fólk kundu hoyra tað, sum fyrifórst inni í kirkjuni. Millum teirra, sum fylgdu Jan Trøjborg, vóru Helle Throning-Schmidt, forsætisráðharri og fyrrverandi forsætisráðharrarnir Lars Løkke Rasmussen og Poul Nyrup Rasmussen. Allir teir fremstu politikararnir hjá Sosialdemokratunum vóru og fylgdu saman við fleiri av teimum fremstu andstøðupolitikarunum.
Jan Trøjborg var 56 ára gamal, nú hann doyði. Umframt borgarstjórastarvið í Horsens og formansstarvið í danska kommunufelagnum var hann fólkatingsmaður í mong ár og ráðharri í fleiri umførum.










