Jan úti í seks vikur

Tað kemur illa við hjá HB, at royndi verjuleikarin verður burtur frá komandi seks vikurnar

Skaði

Frá nógvum síðum varð undan kappingarárinum mett, at verjuparturin skuldi gerast veikasta punktið hjá verjandi føroyameistarunum úr HB. Steypakappingin hevur tó ikki treytaleyst váttað hesar gitingar. Tvørtur ímóti hevur ein partvíst nýggj verja, við Jan Dam sum roynda stýrimanninum verið sera sannførandi til tíðir.

Kendist ikki rætt
Tí man tað eisini koma meira enn illa við, at veteranurin nú er skaddur. Í dystinum móti NSÍ var Jan somikið óheppin, at bróta stórutánna.
- Eg fór niður í ein bólt, sum mann so ofta ger, men tá eg reisti meg aftur, kendi eg, at alt var ikki rætt. Har var ikki annað at gera enn at verða skiftur úr, og á skaðastovuni varð brotið staðfest, sigur Jan Dam, sum sjálvandi harmast skaðan.
- Tað merkir í øllum førum, at eg eri úti til einaferð í juni mánaði, men koritni haldi eg ikki, at vit skulu vera so øgiliga svartskygd. Vit hava allíkavæl tveir sera góðir miðverjar í Eli Thorsteinsson og Martin Christiansen (skaddur í løtuni, blðm.), og so fer Símun Eliansen eisini at koma heim nakað skjótt, so eg haldi ikki, at vit hava orsøk at stúra fyri nøkrum, heldur Jan.
Tað er tó einki at ivast í, at flestu viðhaldsfólkini í felagnum tó munnu vera nakað meira svartskygd enn skaddi leikarin sjálvur er. Tað er nevnliga ikki bert leikarin, Jan Dam, sum við hesum verður tvungin til ein steðg. Eins nógv man tað vera leiðarin, Jan Dam, sum av sonnum hevur verið bindiliðið í defensiva partinum av spælinum hjá HB í ár. Hansara royndir er tað so eingin annar á liðnum, sum hevur.