Jan Terje á listavegginum

Í juni mánaða 2016 hevur Jan Terje Simonsen framsýning á listavegginum í EIK Banka í Miðvági.

Í juni mánaða 2016 hevur Jan Terjé Simonsen úr Sørvági framsýning á listavegginum í EIK Banka í Miðvági.

 

- Havi málað síðan eg var barn. Best dámdi mær tað blanka pappírið, har eg við oljukriti og blýantum kundi fáa júst mína mynd fram, sigur Jan Terje.

 

Sum árini liðu, gjørdi eg meir ella minni við at tekna, men seinastu árini havi eg so at siga altíð gongd í onkrum. Best dámar mær tað abstrakta, tí har finni eg bestu møguleikarnar at úttrykkja tað eg síggi, hugsi, eins og eg kenni, sigur listamaðurin.