Jan tekur við formanssessinum

KT-felagið hevur fingið nýggjan formann. Tað er greitt aftaná, at felagið hevði ársaðalfund 12. apríl, har val var til nevndina.


Fyri vali stóðu Ólavur Ellefsen, Júst í Túni Vang, Michael Thomsen og Gudny Langgaard.


Michael Thomsen hevði frammanundan boðað frá, at hann ikki stillaðu uppaftur, meðan restin av nevndini var klár til eitt nýtt skeið. Harumframt valdu Jan Ziskasen og Snæbjørn B. Jacobsen at stilla upp til nevndarvali.


Ólavur Ellefsen og Júst í Túni Vang vórðu afturvaldir, meðan Jan Ziskasen og Snæbjørn B. Jacobsen vórðu valdir á fyrsta sinni. Umframt teir fýra, so sita Fróði Magnussen og Kjartan Thomassen frammanundan í nevndini.


Nývalda nevndin hevur nú skipað seg, og fall valið til nevndarformann á Jan Ziskasen, ið til dagligt er stjóri í Føroya Tele.