Hann hevur ikki høga sigarføring. Hann sigur ikki so nógv, men hann hevur verið drúgvur, og hann hevur verið trúgvur gestur í finalunum um løgmanssteypið. Tað er 33 ára gamli Jan C. Dam, annan av miðverjunum hjá HB, sum vit tosa um. Ólavsøku dag skal hann á vøllin fyri at vera við í stríðnum um løgmanssteypið.
At Jan C. Dam er við í finaludystinum er ikki nakað nýtt. Seinastu fimtan árini hevur hann verið við í átta finalum. Tað vil siga, at mánadagin fer hann at vera við í finaluni fyri níggjundu ferð. Vit tora ikki at siga, at talan er um met. Men tað man ikki vera langt av leið. Um onkur annar hevur verið við í so nógvum finalum, so man tað vera onkur annar í HB, sum hevur verið annar parturin í finaludystinum nógv fleiri ferðir enn nakað annað felag.
Jan var við í tveimum teimum síðstu finalunum um ísafjarðarsúluna ? í 1987 og í 1988. Síðani hevur verið spælt um løgmanssteypið, og Jan C. Dam hevur saman við HB spælt í finalunum í 1989, 1991, 1992, 1993, 1995 og í 1998. Tá HB var í finaluni í 1996 var Jan í KÍ, og tá HB var í finaluni í 2000, var Jan í B68.
Seks ferðir hevur Jan C. Dam verið á vinnandi liðnum, og tvær ferðir hevur HB tapt finaluna, tá Jan C. Dam hevur verið á liðnum. Fyrra ferðin var í 1991, tá B36 vann, og seinna ferðin var í 1993. Ta ferðina var neyðugt við tveimum dystum ímóti B71, men Jan spældi bara við í fyrra dystinum, sum endaði við javnleiki.
Fremstar í huganum
Jan C. Dam sigur seg minnast væl til allar finalurnar. Tá vit spyrja, um tað ikki er onkur dystur, sum hann minnist serliga væl, so nevnir hann trý árstøl:
? Í 1987 var eg nítjan ára gamal. Vit spældu ímóti ÍF, og tað var nakað serligt. Bæði tí talan var um fyrstu finaluna, og tí tað var neyðugt at spæla tveir dystir. Hetta árið høvdu vit eitt fínt lið, sum kortini ikki vann FM. Tað var so spennandi, sum tað ongantíð hevur verið fyri ella síðani. GÍ og HB kappaðust við TB, sum vann FM.
?Finalan í 1989 ímóti B71 verður av fleiri søgd at vera tann besta, sum nakrantíð er spæld. Tað var neyðugt at spæla tveir dystir, og serliga í fyrra dystinum, sum endaði við javnleiki, var spælið gott. Og so var tað finalan í 1995. Vit vunnu 3?1 á B68, og eg var sera fegin. Árið fyri mistu vit FM á stokkinum. GÍ skoraði til 2?1 í yvirtíðini í Klaksvík. Vit vóru á Tvøroyri, og tað kendist sum størsta vónbrotið í mínum langa fótbótslívið, tá tað var okkum greitt, at vit høvdu mist FM heitið, sum vit henda dagin lógu til at vinna.
Jan C. Dam nevnir ikki finaluna í 1998. Men hon man hava verið serlig fyri hann, tí henda dagin var Rúni Nolsøe ikki við, og Jan loysti av sum liðformaður.
Øðrvísi spenningur
Hóast hann átta ferðir áður hevur verið í steypafinaluni, so gleðir Jan C. Dam seg og er spentur til ólavsøkudag. Men hann ásannar, at tað ikki kennist akkurát upp á sama máta, sum tað gjørdi fyri fimtan árum síðani:
? Í vikuni hava vit tosað um finaluna, sum nú stendur fyri. Tá søgdu onkrir av teimum yngru spælarunum, at teir vóru so spentir, at teir næstan ikki fingu sovið. Tað kendi eg aftur frá fyrstu finalunum, sum eg var við í. Nú er tað øðrvísi. Eg hugni mær við spenninginum, men hann tekur ikki burtur av svøvninum. Eg eri altíð spentur, tá eg skal spæla, og soleiðis verður tað eisini, tá vit skulu á vøllin at spæla finaluna.
Hvør fer at vinna?
? Eg haldi, at talan verður um heilt opna uppgerð. Teir í NSÍ eru svangir, tí teir ongantíð hava vunnið FM og steypafinaluna. Teir hava ikki so nógvar royndir sum vit, men teir eru sera væl skipaðir, og teir fara neyvan at vera so læstir, sum tað viðhvørt sæst, at lið eru, sum fyrstu ferð royna seg í finaluni. Hóast HB hevur verið í nógvum finalum og vunnið nógv FM heiti, so tykist liðið í ár at vera sera uppsett at vinna hvørja ferð, og vit fara í hvussu so er at gera okkara fyri at vera við til at lyfta finaluna upp, og vit vóna sjálvandi at vinna. Men tað verður ivaleyst sera spennandi.