Jan skal hjálpa Milan

Tað er nú greitt, at tað verður eina av heilt stóru spælarunum í felagssøguni, sum skal hjálpa Milan Cimburovic í HB

 

 

Tað varð einki dulsmál, at leiðslan í HB hevði ynski um, at Jan Christian Dam skuldi verða hjálparvenjari, nú Milan Cimburovic hevur tikið við leiðsluni av Effo-hópinum hjá HB.

 

Í kvøld skrivar HB á heimasíðu sínari, at hetta nú er veruleiki.

 

- Hetta eru nú komið uppá pláss, soleiðis at verjukempan við snilda bóltumganginum, verður hjálparvenjari hjá blíða og fyrikomandi serbanum, ella skuldu vit heldur sagt ný-føroyinginum, Milan Cimburovic, skrivar HB á heimasíðu sínari.

 

Sjálvur spældi Jan fyrsta dystin fyri besta HB-liðið í 1986. Hann hevur eisini roynt seg í øðrum feløgum, men tað er fyrst og fremst sum ein trúfastur og drúgvur HB’ari, at fólk kenna. Hartil hevur hann spælt 39 A-landsdystir fyri Føroyar.