Jan sendi ÍF á sigurskós

1. deild: Sigrar til ÍF og Giza Hoyvík koma væl við

Jan Ó. Ellingsgaard er dagsins maður á ÍF-lið, sum hevur vunnið 2-1 á næstbesta liðnum hjá grannunum úr Víkingi. Í botnstríðnum vann Giza Hoyvík 3-1 á B71, meðan HB og Skála spældu javnleik.

 

Les eisini: KÍ á gullkós

 

Fuglfirðingar eru nú greitt á øðrum plássi í 1.deild hjá monnum í fótbólti. ÍF vann í dag 2-1 á Víkingi II. Øll trý málini komu fyrstu tjúgu minuttirnar. Tað var liðskiparin á ÍF-liðnum, Jan Ó. Ellingagaard, ið skoraði til 1-0. Magnus Heinason javnaði, men Jan Ó. Ellingsgaard legði aftur ÍF á odda, hesa ferð til úrslitið 2-1.

 

Les eisini: B68 á uppflytingarkós

 

Í Hoyvík vann Giza Hoyvík 3-1 á B71. Ahmed Keita skoraði longu í fyrsta minutti, meðan Jónas Ákason skoraði til bæði 2-0 og 3-0, áðrenn Johan Hendrik Lydersen minkaði um munin tíðliga í seinna hálvleiki.

 

Í Gundadali spældu næstbestu liðini hjá HB og Skála javnleik 2-2. Málini hjá HB skutu Daniel Johansen og John Frederiksen, meðan Jóhan Johansen skoraði málini hjá Skála. Hesi bæði seinnu úrslitini merkja, at Giza Hoyvík hálar inn á Skála og HB í niðurflytingarstríðnum. Nú er munurin fýra og fimm stig.

 

Hósdagin vann KÍ 2-1 á NSÍ, meðan B68 í gjár vann 3-0 á Suðringum.