Matstovuleiðarin í kendu Søllerød Kro í Danmark, havnarmaðurin Jan Restorff, hevur fingið »Kokkenes Hæderspris«. Sum skilst er hetta fyrstu ferð, at Fondan Dansk Gastronomi, hevur latið hesa virðisløn.
Og Jan Restorff var maðurin, sum fekk heiðurin.
– Jan Restorff er høgt virdur av øllum, bæði gestum og starvsfólki á Søllerød Kro. Professjónalisman er altíð á hægsta stigi eins og góða fyriskipan hansara og vilji at læra frá sær, verður sagt í grundgevingini.