Jan og Avstralia tóku sigurin frá føroyingum

Føroyska manslandsliðið var á odda við fýra málum ímóti Avstralia, men søplaði sigurin burtur ímóti dystarenda

Føroyska manslandsliðið í hondbólti fór í dag í eldin í Emerging Nations Championship í Kosovo. 

 

Fyrsti dysturin ímóti Avstralia, sum hevur Jan Ottosen (myndin), sum venjara, og Kristoffer Karlson hjá KÍF, og Tommy Fletcher hjá Neistanum á liðnum endaði við javnleiki 34-34, sum sæð í mun til dystargongdina var eitt minni gott úrslit fyri Føroyar.

 

Føroyar vóru rættiliga trygt á odda 33-29, tá liðini fóru í holt við seinastu fimm minuttirnar av dystinum. Tíverri søplaði føroyska liðið leiðsluna burtur, og Avstralia vann seg uppá javnleik 34-34, sum gjørdist endaliga úrslitið.

 

Føroysku málskjúttarnir vóru hesir: Áki Egilsnes 8, Rókur Akralíð 7, Tróndur Kragesteen 7 (4), Rósing Rasmussen 6, Andrias Eriksen 3, Jóannes Prestá 1, Tony Weyhe 1, Mikkjal Hansen 1.

 

Kosovo vann heili 60-17 á Armenia. Í morgin klokkan 12.30 spæla Føroyar ímóti Armenia, og skuldu vánirnar fyri einum sigri verið heilt góðar.