Jan Nystrøm sýnir fram á Posthúsinum

Í dag klokkan 13.00 varð skipað fyri móttøku á Posthúsinum, har Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini segði nøkur orð og heilsaði Jan Nystrøm vælkomnum á Posthúsið.

 

Á torradøgunum verður listaframsýningin á Posthúsinum í Klaksvík 14. til 17. februar. Tað er 34 ára gamli Jan Nystrøm, ið prýðir veggirnar hesar dagarnar.

 

Í 2004 var Jan á listaháskúla í Holbæk, og í 2011 var hann á The Drawing Academy í Viborg. Jan hevur verið virkin bæði sum tónleikari, og listamaður í fleiri ár, og hevur millum annað havt framsýningar í Leikalund í Klaksvík, Gallarí Glæman í Gøtu og ymiskum støðum í høvustaðnum.

 

Verkini eru ofta surrealistisk, við einari absurdari natúru. Ein poetisk dreymaverð verður samantvunnin við tí veruliga og tí gerandisliga. Myndirnar eru sterkar og ráar, ofta við undirtónum av tí ræðuliga. Við penni sínum, megnar Jan at skapa ein heim, ið speglar hansara fría og spurna lyndi.

 

Jan Nystrøm hevur listaframsýning í Posthúsinum kl. 10.00 – 15.00 týsdagin – fríggjadagin í Torravikuni – hølið aftanfyri móttøkuna.