Sambart Sjúrða Skaale superserfrøðingi, er tað er øðiligt, sum Jan er frekur.
Sum blaðstjóri og journalistur átti Jan Muller at kent ábyrgd. Hendan ábyrgd átti at víst seg við, at hann ikki setti fram spurningar um politikk samgongunnar.
Tá tey útvaldu í Tjóðveldisflokkinum ikki seta spurningar fram, so er greitt, at Jan og onnur í seta fram spurningar eru frek, óseriøs og hatursfuglar. Eisini skulu hesi standa skúlarætt fyri super serfrøðinginum S Skaale. Og tá skulu tey ikki seta spurningar, men tey skulu tvørturímóti svara spurningum, ið Sjúrður Skaale setir vegna tey útvaldu. Og um Jan ikki svarar ? so vísir hann veruliga hvussu stórt hansara ábyrgdarloysi er. Um lógarmál vóru ivirtikin og løgreglan føroyskt ? so kundi nakað veruligt gjørt við hendan trupulleika.
Í fullveldinum skal alfabeti endurskoðast. Og har verður ikki pláss fyri nøkrum spurnaðartekni.
Tig og arbeið
Arbeit macht frei ?
Null fólkaatkvøða ? null demokrati ? og null spurningar ? null Jan M.
Mæ,mæ,mæ - so einfalt.
Ella er tað nú so einfalt Sjúrður Skaale?