Jan Mortensen er settur sum stjóri í FT Samskifti, ið hevur um hendi menning, sølu og marknaðarføring av tænastum hjá Føroya Tele Jan Mortensen er útbúgvin sivilverkfrøðingur og hevur verið stjóri í Vinnuhúsinum í 10 ár. Hann tekur við í FT samskifti tann 1. januar
Hann er 49 ár og hevur verið stjóri í Vinnuhúsinum seinastu 10 árini. Undan tí var hann stjóri í Ferðaráðnum í fýra og eitt hálvt ár. Hann var útbúgving sivilverkfrøðingur á Danmarks Tekniske Universitet í 1986, og eftir lokna útbúgving var hann hann management-ráðgevi hjá ráðgevandi fyritøkuni Peter Matthiesen í Keypmannahavn í sjey ár.
Jan Mortensen hevur umboðað Arbeiðsgevarafelagið í ymsum nevndum. Eitt nú hevur hann sitið í nevndini fyri ALS í 10 ár.
Sum stjóri í FT-samskifti verður hann eisini limur í samtaksleiðsluni í Føroya Tele, har Kristian Davidsen er samtaksstjóri.
17 umsóknir vóru til stjórastarvið í FT Samskifti.
Jan Mortensen verður gestur í tíðindasendingini á Rás 2 klokkan 11