Í morgin fyllir Jan Müller seksti, og samstundis hevur valt sær aðra lívsleið enn arbeiðsplássið seinastu 33 árini, Sosialin og seinni Miðlahúsið.
Jan er kendur sum tann ídni tíðindamaðurin, og fólk, sum hava starvast saman við honum, verða ferð eftir ferð ovfarin av hansara ótroyttiliga ídni fyri fakinum og blaðnum.
Jan kom í starv á Sosialinum í 1978 sum nýútbúgvin journalistur frá Journalistháskúlanum í Árhus. Hann hevur sjálvur sagt, at orsøkin til at hann valdi blaðmannayrkið partvís var genetisk – pápi hansara, Eiden Müller, var ein av teimum fyrstu útbúnu føroysku journalistunum, men hann hevur eisini altíð havt ein brennandi áhuga fyri at skriva og lýsa tað, sum er kring hann –sum eisini botnar í áhuganum fyri samskiftinum millum menniskju.
Í 1984 tók Jan Müller við sum blaðstjóri á Sosialinum sama við Krisjan Dahl, sum var politiskur blaðstjóri og fyritaksstjóri. Krisjan Dahl doyði í 1998.
Jan var soleiðis blaðstjóri, tá Sosialurin í 1990 økti útgávurnar frá trimum upp í fimm – og hevði menningin og postverkið viljað tað eitt sindur øðrvísi, so hevði hann farið undir ta sættu útgávuna eisini, áðrenn aðrir og skjótari miðlar tóku yvir, og blaðið sum skjótur tíðindaberi misti sína støðu.
Jan var eisini á Sosialinum, tá blaðið í 1982 flutti út í nýggju blaðhúsini á Argjum og harvið eisini fekk egna prenstmiðju. Menningin hevur verið stór í hansara tíð, blaðið kom á internetið í 1997, og ikki minst tilgongdin til talgildu arbeiðsgongdina - sum førdi til, at blaðið í 2000 var fult digitaliserað.
Men eitt tað størsta arbeiðið hjá Jan Müller er at hava staðið fyri at flyta blaðið frá eini partapolitiskari flokspressu til eitt fólksligt tíðindablað. Hetta hevur hann so ofta nevnt sum sjálvan eksistensin hjá Sosialinum – og um tann broytingin ikki varð gjørd, so hevði Sosialurin liðið blaðdeyðan. Hendan tilgongdin byrjaði longu í sjeytiárunum og varð endaliga staðfest, tá Javnaðarflokkurin fyri fimm árum síðani seldi blaðið.
Síðani Sosialurin í 2005 flutti av Argjum og heim í Miðlahúsið í Vágsbotni er fyritøkan eisini nógv ment. Í 2007 varð útvarpsstøðin Rás2 keypt og løgd afturat virksemini í Miðlahúsinmum, sum frammanundan eisini fevndi um tíðindini á www.portal.fo, sum er nógv mest vitjaða føroyska heimasíða.
Seinasta árið hevur Jan fingist við at skriva bók um føroysku oljusøguna, ið hann sum eygleiðari kennir sum fáur – og hana gleða vit okkum at sleppa at lesa.
Vit ynskja Jan hjartaliga tillukku og bestu eydnu framyvir!
-------
Starvsfelagar










