Jan Müller er fantastiskur

Aftur týsdagin hevur Sosialurin eina oddagrein um setanina av landsantikvari. Hóast skribenturin skrivar "vit" um seg sjálvan, so er tað bara ein maður, sum stendur fyri greinini: Jan Müller! Eingin uttanfyristandandi hevur allar minstu ávirkan. Tað hevur hann sjálvur vissað øll um í farnu viku.

Hóast Anfinn Kallsberg er púrasta ógegnigur í hesum máli, hevur tann óhefti Jan Müller kortini verið heitur talsmaður fyri, at júst Kallsberg skal taka endaliga støðu í málinum.
Og týsdagin greiðir Jan Müller so almenninginum frá, at Kallsberg hevur tríggjar møguleikar:
1)Hann kann geva Bjarkhamar eina átalu.
2)Hann kann ógylda alt málið, so lýst verður eftir antikvari av nýggjum.
3)Hann kann ógylda avgerðina hjá Bjarkhamar og krevja, at nýggj av-gerð verður tikin.

Sambært tí óhefta analytikaranum, Jan Müller, hevur tann ógegnigi løgmaðurin ikki aðrar møguleikar. At hann gevur Bjarkhamar rætt, er óhugsandi. At hann kemur fram til, at embætismenninir hava gjørt nakað skeivt, er eisini óhugsandi.
Alt hetta analyserar Jan Müller seg sjálvur fram til. Og hann er púra, fullkomiliga og totalt óheftur. Eingin uttanfyristandandi hevur allar, allar minstu ávirkan. Hvørki so ella so.
Men hvussu kann Müller vera so vísur í síni søk? kann onkur spyrja. Svarið er einfalt: Tað eru tey analytisku evnini hjá mannin-um, sum gera munin. Hóast hann veit líka lítið um málið sum tú og eg, so dugir hann onkursvegna at analysera seg fram til eina inside-vitan, sum ger hann føran fyri at gera hesar greiðu og kontantu niðurstøður.
Hvørja av teimum trimum loysnunum løgmaður velur, dugir Jan kortini ikki at siga almenninginum. Tað veldst um hvat stendur í teimum skjølum, sum løgmaður nú kannar, sigur hann.
Sjálvur dugir Jan Müller av onkrari løgnari grund ikki at analysera seg fram til, hvat stendur í hesum skjølum. Men hann dugir kortini at siga, at hetta eru »skjøl, sum almenningurin ikki kennir, og sum landsstýrismaðurin hevur stemplað »Í trúnaði«, men sum løgmaður sjálvandi má hava fingið innlit í«.
Hvussu veit Jan Müller hvat fyri stempul, Annlis Bjarkhamar hevur sett á hesi skjølini?
Tað eru tað jú helst bara Annlis sjálv, løgmaður, og so nakrir fáir embætismenn, sum vita.
Og so Jan Müller! Tann stóri analytikarin!
Ikki tí hann hevur sæð skjølini. Ikki tí nakar hevur sagt honum tað. Nei, nei - maðurin hevur rætt og slætt analyserað seg fram til tað.
Eg má siga, at mín virðing fyri hesum manni økist fyri hvønn dag.
Jan Müller er fantastiskur.