Jan Müller blaðstjóri í 25 ár

Leygardagin 14. februar eru liðin 25 ár síðan Jan Müller tók við sum ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum.

Á forsíðuni á Sosialinum týsdagin 14. februar 1984 er ein tíðindagrein um stjóraskifti á tíðindablaðnum Sosialinum. Tað eru Jan Müller og Krisjan Dahl, sum hava tikið yvir leiðsluna á blaðnum, eftir at Tórfinn Smith, sum var blaðstjóri, hevði sagt seg úr starvi.


Jan varð settur sum blaðstjóri við ábyrgd yvirfyri pressulógini, meðan Krisjan varð settur sum politiskur blaðstjóri og fyrisitingarstjóri. Krisjan andaðist 11. januar 1998, 50 ára gamal.


Hóast Jan hevur verið blaðstóri á Sosialinum í 25 ár, hevur hann arbeitt á blaðnum í yvir 30 ár. Eftir at hava tikið prógv sum studentur í 1971, læs hann eitt stutt skifti samfelagsfrøði við Keypmannahavnar Universitet og tók síðan prógv á Støðisútbúgvingini á Fróðskaparsetrinum í 1974, áðrenn hann fór á blaðmannaskúla í Danmark. Hann tók prógv í 1978 og fór eftir tað í starv á Sosialinum.


Jan er kendur sum tann ídni ábygdarblaðstjórin. Hann arbeiðir ótroyttiliga fyri hjartabarninum, Sosialinum, og nú eisini tí nýggja hjartabarninum, Miðlahúsinum. Fyritøkan hevur ment seg nógv hesi árini og er í dag fremsta fjølmiðlahús í landinum við Føroya størsta blað, við útvarpsstøðini Rás2 og portalinum, sum er mest lisna heimasíða av føroyingum heima og uttanlands.


Starvsfelagarnir ynskja Jan hjartaliga tillukku við degnum og mong góð ár afturat!