Jan Lamhauge, sum starvast í Kringvarpi Føroya, er tilnevndur til Aalunds Erhvervsjournalistpris 2017.
Saman við fýra øðrum er gravandi tíðindamaðurin í Kringvarpinum tilnevndur hesa heiðursløninga, sum á fyrsta sinni bleiv latin í 2015.
Tað eru sendingarnar um skattamálið, sum hava vakt ans í tilnevningarnevndini. Undir yvirskriftini Maktmisbrúk og ólógligur skattafrádráttur í Eik banka skrivar nevndin, at Jan Lamhauge er maðurin aftan fyri ein framúrskarandi dokumentar um ein risastóran ólógligan skattafrádrátt.
- Dokumentarurin prógvar, at leiðslan í Eik Banka í fleiri ár royndi at trýsta skattafrádráttin ígjøgnum hóast ávaringar um, at hetta var í stríð við skattalóggávuna, skrivar nevndin.
- Her er talan um at ovurstórar avdúkingar av makfullkomileika í einum lítlum samfelag... Hetta er eitt mál, sum í stødd og vavi svarar til at fara í krovið á einum av allar størstu fyritøkunum í Danmark, skrivar nevndin.
Les brot úr samrøðuna, sum Sosialurin gjørdi við Jan Lamhauge í vár.









