- Hetta var tað mest hugaliga , sum hendi í dag.
Soleiðis tók Johan Petersen, limur í umboðsráðnum í Tryggingini, til á aðalfundinum í felagnum í gjár.
TF-Holding hevði aðalfund í gjár og har varð eitt uppskot frá Jan Múller, limi í umboðsráðnum, samtykt, sum fer at gera tað lættari hjá tryggingartakarunum at fáa ávirkan á felagið.
Higartil hevur skipanin verið soleiðis, at tá ið val hevur verið til umboðsráðið, hava teir tryggingartakarar, sum ætla at velja, verið noyddir at ringja til Tryggingina at biðja um atkvøðuseðlar.
Hetta er ein skipan, ið summir limir í umboðsráðnum hava hildið, er alt ov stirvin og sum er ein forðing fyri, at limirnir fáa ávirkan.
- Tað tænir bara einum endamáli og tað er at styðja upp undir ta fatan, at Tryggingin er eitt afturlatið felag, sum helst ikki vil geva tryggingartakarunum ávirkan, hava umboðsráðslimir ført fram.
Men á aðalfundinum í gjár legði Jan Múller, fremst á myndini, uppskot fram um, at hereftir skulu allir tryggingartakarar fáa atkvøðuseðil sendandi við postinum, hvørja ferð val er.
Tað varð samtykt við tað, at 33 limir í umboðsráðnum atkvøddu fyri og tveir ímóti.
Og hetta varð eftir øllum at døma eitt so týðandi mál, at fólkið á aðalfundinium klappaðu, tá ið úrslitið var greitt.
- Hetta var tað týdningarmesta, sum kundi gera fyri at elva til opinleika og fyri at geva innlit í felagsskapin, segði Johan Petersen.
Hetta merkir, at tá ið umboðsráð skal veljast í Tryggingini, skulu allir teir 20.000 tryggingartakararnir hava atkvøðuseðil sendandi, sum teir síðani fylla út og senda inn aftur.










