Jan, kom fram og hjálp okkum

Tá formaðurin í Fiskimannafelagnum nú heitir á Reiðarafelagið um at forða fyri, at manningar sjálvar gera sáttmálar við skipini, teir sigla við, haldi eg, at soleiðis hava leiðararnir í gamla Eysturtýskalandi eisini havt tað, tá teir hoyrdu duni frá teimum, sum fóru at bróta Berlinmúrin niður.

Vit í Reiðarafelagnum hava nú í tvey ár gjørt vart við, at trupulleikarnir, vit nú hava, fóru at koma. Vit hava roynt uppá ymsar mátar at fáa manningarfeløgini at skilja, at hetta er ein trupulleiki, vit mugu loysa í felag. Hetta hevur verið úrslitaleyst, sjálvt um øll feløgini hava gjørt sáttmála um at gera nakað við málið, er onki hent. Fiskimannafelagið hevur boðað okkum frá, at teir ætla ikki taka á seg lut í oljuútreiðslunum, sum nú taka grundarlagið undan okkum, tað er greið tala. At vera við til nakað annað, sum kan hjálpa skipunum at bera hesar ovurstóru útreiðslurnar, er eisini blankt víst aftur.

Í dag síggja vit, at skip frá hond verða løgd, reiðaríini orka snøgt sagt ikki meiri.

Tað er í lagi at verja vunnin rættindi, men tá vanligt vit og skil má víkja, eru vit farin ov langt.

Um menn nú sjálvir ætla at gera sáttmálar, er hetta eitt púra náturligt yvirlivilsis instinkt, sum býr í okkum øllum, teir kenna alternativið. Kring landið liggja skip svínabundin; teir sum sigla við hesum skipunum hava sjálvandi sínar dagligu útreiðslur at svara til. Hvat ger Fiskimannafelagið fyri hesar menn. Kanska hesi skipini høvdu hóra enn, um manningar og reiðaravirki høvdu fingið loyvi at tosað saman um sáttmálan.

Formaðurin í Fiskimannafelagnum hevur ofta tosað um Gáblarnir í Havnini. Nú haldi eg, at hann er farin í kórið við teimum.

Tá Titanic hevði siglt á ísfjallið, vóru tað sjálvandi teir har frammi, sum fyrst sóu, hvat ið hent var og vóru klárir yvir hvønn veg tað bar. Á afturdekkinum gekk tó dansurin uppá tað besta, og í hugaheiminum hómi eg nú knokkin á Jan Højgaard mitt í orkestrininum.

Vælsignaður Jan, kom fram og hjálp okkum, dugir tú ikki at síggja, hvat ið er við at henda í landi okkara, ella ert tú farin í tað kórið, sum heldur, at fleiri fiskimenn sum verða arbeiðsleysir, tess betri er tað fyri landið.