Jan er føddur í 1980 í Havn, er sonur Irenu og Arna Joensen, sum í 1986 fluttu inn til Kaldbak til teirra nýggja heim, sum tá bleiv liðugt. Ta fyrstu tíðina, til húsið bleiv liðugt, búðu tey hjá ommum og abbum í Havn og á Hvítanesi.
Jan og systkini vóru tey fyrstu børnini, sum fóru í nýggja vøggustovu/barnagarð í Hoyvík. Jan gekk í skúla í Kaldbak, fekk góðan karakter og var ein evnaligur drongur. Sum so mong onnur flutti familjan av landinum, niður til Danmarkar í 1993. Jan gekk so síni síðstu barnaár í skúla í Stege á Møn, síðan í hægri handilsskúla í Vordingborg, har hann so bleiv liðugur í 2002.
Sítt fyrsta starv fekk hann í »Super Brugsen« í Stege. Seinni fekk hann starv sum leiðari fyri frugt/grønt í Vordingborg, og síðan fór hann víðari til Brugsen í Fakse. Men sum Jan sjálvur sigur í samrøðu eina lokala avís, er tað avbjóðingin, sum fekk hann at skifta starv á heysti 2005 til leiðara í Brugsen í Terslev.
Hetta er ein heilsan til tín góði Jan. Hjartaliga tillukku og góða eydnu í framtíðini.









