Blíður, fyrikomandi, hjálpsamur og sera dugnaligur, soleiðis farið eg at minnast starvsfelaga og vin mín Jan Jespersen, sum leygardagin brádliga flutti »úr landi teirra, sum liva«.
Mær untist at kenna Jan meginpartin av lívi okkara. Foreldur míni og hansara, og ættarliðið áðrenn tey, vóru so sera væl. At tey á ungum árum møttu Honum, sum av øllum ber, góvu Jan og mær og systkin okkara ein framíhjárætt og eina trygd, sum man hava gagnað okkum meira enn vit skilja. Eina framíhjárætt, sum eisini hevur borið gjøgnum teir sváru brotasjógvar, sum Jan tíverri møtti so mongum av á lívsleið sínari.
Eftir hesari lívsleið ferðaðist Jan níggju ár undan mær. Hann legði lítla bygdaskúlan afturum, árið eftir at eg varð føddur, men nøkur ár fingu okur saman í sunnudagsskúla og møtum í Salem, áðrenn hann fór víðari at nema sær útbúgving. Tá eg var liðugur við mína, møttust okur aftur, fyrstu ferð á Klaksvíkar sjúkrahúsi, síðani javnan á føroysku sjúkrahúsunum, men ikki minst gjøgnum leiklut hansara sum fakligi ráðgevi mín.
Seinastu ferðina eg leita mær ráð hansara var fyri fáum døgum síðani, tá hann, stillførur sum altíð, svaraði spurningum mínum og legði mær ráð við einum sjúklingi. »Je siti umborð á Smyrli og lesi, tað er í lagi« varð vinarliga svar hansara, tá je spurdi um hann hevði tíð at tosa við meg. Vælsignað at eiga slíkar vinir!
Mangan stóð eg í undran og eygleiddi hann, sum hann arbeiddi við amboðum sínum. Tað var sum at eygleiða ein snikkara, varðisliga, ongin brádlig rørsla, ongin skundur, tú var vísur í, at tá hann gav boð um at lata skurðin aftur, so var eitt vala verk úr hondum lagt.
Harrin troysti og vælsigni tykkum, sum stóðu Honum nær og vóru honum so kær! Vit eru mong, vinir, starvsfelagar og sjúklingar, sum luta saknin saman við tykkum.
-------------
Jenis










